Vegleiðing

Um tú hevur ein brúkara frammanundan er tað er umráðandi, at tú ikki ert loggaður inn áðrenn tú meldar teg til.  


Soleiðis gert tú
  1. Tá ið skeiðið letur upp - kemur ein knøttur fram, har tað stendur "Melda til". Trýst á "Melda til".
  2. Trýst á "Legg í kurv". 
  3. Tú hevur nú møguleika, at velja fleiri skeiði. Ella enda tilmeldingina her. 
  4. Um tú ynskir at at tilmelda teg fleiri skeið, kanst tú trýsta á "legg frálæru afturat". Um tú bert ynskir at melda teg til eitt skeið, trýst so á "Enda tilmelding".  
  5. Tá ið tú hevur trýst á "Enda tilmelding" mást tú góðtaka treytir fyri at koma víðari.  
  6. Um tú ert fyrrverandi næmingur, kann tú logga teg inn her (ovast til vinstru). Um ikki, so mást tú fylla út teigarnar. 
  7. Síðani verður ein brúkari stovnaður.
  8. Tá ið teigarnir eru fyltir út, trýst so á "Fram". 
  9. Her mást tú tøppa inn gjaldsupplýsingar. 
  10. Tá ið tú hevur útfylt feltini fært tú eini boð umvegis mail við login info. Fyrstu ferð tú ritar inn, skalt tú trýsta á leinkjuna 'Eg vil gjarna stovna eitt nýtt loyniorð : Trýst her'. Ein nýggj síða letur seg upp, og har gert tú tær eitt loyniorð.
  11. Tá skeiðini eru stovnað, verður teldupostur við gjaldsleinkju sendur til næmingar, ið eru komnir inn á ynsktu skeiðini. 
    Næmingagjaldið skal rindast beinanvegin. Tú fært teldupost hesum viðvíkjandi so skjótt skeiðið er upprættað. Hetta kann taka nakrar dagar. Neyðugt er, at tú kannar 'óynsktan post/spam'.

  12. Øll, sum eru meldaði til og sloppin á skeið hjá Kvøldskúlanum, fáa boð frá undirvísaranum umvegis telefon ella teldupost, tá ið ymisku skeiðini byrja.
Vegleiðandi myndir

 

Trýst á "Melda til". 


Trýst á "Legg í kurv". 


Trýst á "Enda tilmelding" ella "Lat kurvina upp". 



Les treytirnar og vátta. 


Tøppa inn persónsupplýsingar. 

Tøppa síðani inn gjaldsupplýsingar. 

Tú fært mail sendandi. 

05:48:55