Um Kvøldskúlan

Niðanfyri er stutt frágreiðing um hvussu Kvøldskúlin er skipaður, hvørji skeið eru og hagtøl skúlans fyri síðsta kvøldskúlaár.
Eisini er søga skúlans lýst í stuttum.
Síðst er yvirlit yvir frítíð og frídagar fyri kvøldskúlaárið 2024/25

Skipan, skeið og hagtøl Kvøldskúlans

Við heimild í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. við seinni broytingum skipar Tórshavnar kommuna fyri frítíðarundirvísing, sum er í samsvari við krøvini, ið nútíðarsamfelagið setur. Undirvísing kann verða skipað í øllum lærugreinum og evnum, sum íbúgvarnir vilja hava, eftir reglum, ið Mentamálaráðið setur.

Undirvísingin er býtt í tríggjar partar:

  1. Almenn frítíðarundirvísing
  2. Serstøk frítíðarundirvísing
  3. Frítíðarvirksemi

Serstaka frítíðarundirvísingin fevnir um:

  1. Roundarfyrireikandi undirvísing
  2. Serundirvísing
  3. Yrkiskenda undirvísing

Skúlin hevur royndarfyrireikandi undirvísing á 9. og 10. floks stigi, stakgreinalestur á miðnámsstigi (støddfrøði A, B og C, Evnafrøði B) og maritimar útbúgvingar. Herundir dugnaskaparroynd í sigling við VHF/ROC-skeiði og dugnaskaparútbúgving í motorpassing. Bæði geva møguleika fyri vinnubrævi.

Yrkiskend undirvísing fevnir m.a. um dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar við VHF/ROC-skeiði. Øll hesi skeið enda við próvtøku.

Undir serundirvísing hevur skúlin nógv tilboð til fólk við skerdum førleika, herundir tilboðini til Parasport Føroyar. Skeið eru fyri skrivi- og lesiveik/orðblind og skeið innan teknmál. Herundir eru eisini skeiðini í føroyskum sum annaðmál.

Tilflytarum, ið ikki hava kunnleika til føroyska samfelagið og gerandisdagin, bjóðar kvøldskúlin skeið í føroyskum sum annaðmál í samstarvi við Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið. Hesi skeið verða boðin út eftir nýggjari námsætlan frá 2020 eftir CEFR-stiganum. Eisini standa tilflytarum fleiri 20-60 tíma málskeið í føroyskum í boði. Skúlaárið 2021-2022 hava 197 tilflytarar luttikið á ymsikum skeiðum í føroyskum sum annaðmál. 133 kvinnur og 64 menn.

Almenna frítíðarundirvísingin og frítíðarvirksemið fevna m.a. um hesar lærugreinar: ymisk skeið fyri 2 ættarlið, veving, seyming, binding, hekkling, patchwork, brodering, bókbinding, smíð, dreying, træskurð, sveising, glaslist, føroyskt bátasmíð, modellbátar og positiv sálarfrøði. Harumframt er frálæra í m.a. fimleiki, talvi, matgerð, ættargransking, teldulæru, drama/sjónleiki, filmslist, støddfrøði, føroyskum, donskum, donskum fyri útlendingar, íslendskum, enskum, fronskum, kinesiskum, japanskum, tónleiki, sangi o.ø. Kórini Glymur, Tórshavnar Kamarkór, Kristiliga sangkórið, felagssangur 45+, Kvøldskúlakórið, eins og hornorkestrini GHM og Havnar Hornorkestur eisini eru undir veingjabreiði skúlans.

Skúlaárið 2022-2023 bjóðar skúlin 50 nýggjar lærugreinar, m.a innan heimspeki og tøkni, flenniskeiði, ymiskum fyrilestrum, skeiði í orku, ymiskum skeiðum í brodering, binding, hekkling, seyming, ymiskum skeiðum í máling og list, ymsikum skeiðum innan glaslist, filmskeiðum, matskeiðum og ymsikum skeiðum í sangi, tónleiki og tónleikaframleiðslu.

Í listaparti skúlans eru lærugreinirnar m.a tilevning, tekning, máling, postalínsmáling, leirarbeiði, grafikkur, glaslist, bein, horn, stein- og silvurarbeiði, myndatøka o.m.a.

Hølini í J.H. Schrøtersgøtu 1, M.A. Winthersgøtu 3 og 1 (Toylon) hava skapt nýggjar møguleikar, sum hava fjøltáttað og víðkað um tilboð Kvøldskúlans. Hesir møguleikar blíva enn betri, tá bygningurin í M.A. Winthers gøtu 5 verður tikin í brúk um ca. 2 ár. Nevndu bygningar geva m.a. fleiri møguleikar fyri  fyrraparts- og dagskeiðum í lærugreinunum silvur, bein og horn, listgrafikki, telduskeiðum, orðblindaskeiðum, seyming, glaslist, brodering, undirvísing í føroyskum sum annaðmál og fleiri. Í bygningunum hjá kvøldskúlanum í Vørsluni ganga umleið 1.250 næmingar um vikuna.

Skúlaárið 2021-2022 helt kvøldskúlin til í 37 støðum í allari kommununi.

Aldursbýtið er: 00-19 ár 26%, 20-39 ár 21%, 40-59 ár 34% og 60-90 ár 19%. 68% kvinnur og 32% menn umboða næmingahópin.

Á hvørjum ári hevur Kvøldskúlin havt framsýning. Kvøldskúlaárið 2021/2022 í Múllerspakkhúsi, skúlanum í Kollafirði og skúlanum í Nólsoy. Eftir ikki at hava havt framsýningar í 2020 og 2021 vegna Covid-19, vóru framsýningarnar aftur sera væl vitjaðar.

Virksemisyvirlit:


2018

2019

2020

2021

2022

2023

R

R

R

R

R

Æ


Næmingatal í kvøldskúlanum (tal) 

Næmingatal

2.989

2.800

3.064

2.850

2.475

2.700

Lærugreinatal

289

311

306

300

315

258

Lærarar

134

140

140

149

162

150

Undirvísingarstøð í býnum

32

29

29

36

37

37


Søga Tórshavnar Kvøldskúla

Tað fyrsta, ið vit vita um kvøldskúlar í Havnini, er í 1882, tá vóru næmingar undirvístir, sum ætlaðu sær á skiparaskúla. Í 1896 varð undirvíst í føroyskum. Frálæran var í gomlu fútahúsinum, ið Rasmus Effersøe átti. Sannlíkast er, at tað var hann sjálvur, ið undirvísti føroyingum úti undir Bakka.

Fyrstu kvøldskúlarnir í Havn vóru privatskúlar, sum fólk hildu heima hjá sær sjálvum. Í 1898 undirvísti Poul Jensen í træsmíði.

Í 1899 bjóða tríggir lærarar, Oluf Skaalum, Poul Jensen og Emil A. Traber ungum monnum undirvísing í vanligum lærugreinum í gamla kommunuskúlanum.

Í 1904 játtaði Løgtingið fyrstu ferð pengar til kvøldskúlaundirvísing, tilsamans 200 kr. fyri alt landið, og staturin játtaði tað sama, t.v.s. 400 kr tilsamans. Tað var smábýtt og var helst bara eitt ískoyti til læraralønir.

Konufólkini hildu seg eisini framat við kvøldskúlaundirvísing m.a. vevskeiði um aldarskiftið. Í 1905 játtaði kommunustýrið í Havn einari umsókn frá Elsu B. Andreasen, sum søkti um at fáa ókeypis høli, ljós og hita til kvøldskúlaundirvísing.

Hans Andrias Djurhuus og S. P. Zachariassen lýstu í 1908 við undirvísing um kvøldarnar. Eisini fóru J. Waagstein og Magnus á Kamarinum at halda kvøldskúla í 1908, ið helt til í Avhaldinum.

Í 1926 stovnaðu Sámal E. Matras, Rikard Long og aðrir privatan kvøldskúla. Teir fingu stovur í gamla kommunuskúlanum til brúks, men flestu lærararnir høvdu framvegis næmingar heima hjá sær sjálvum. Studningur fekst eingin til henda kvøldskúla. Av peningaávum vóru tí arbeiðslíkindini vánalig.

Nøkur ár seinri (helst í 1931) kom skúlin undir kvøldskúlalógina, so nú varð hann kommunalur.

Petur Poulsen, vanliga nevndur Petur Snikk, hevði skipaðan kvøldskúla frá 1926 til 1939. Áhugin fyri kvøldskúla var lutfalsliga stórur í tríati árunum, men fánaði burtur í lítið og einki undir krígnum, men í 1946 fór aftur at bragda. Millum 1955 og 1965 er næmingatalið umleið 180 til 200, men okkurt árið kom tað heilt niður í 67. Næmingatalið øktist ikki munandi fyrr enn seinast í seksti árunum, tá tað kom upp í 471, síðan fall tað aftur niður um 200, men kvinkaði uppeftir til 1974, tá tað í einum fór frá 338 upp í umleið 1100.

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli & Tórshavnar Listaskúli

Í 1971 byrjaði Napoleon Nólsoy (Poli) at fyrireika núverandi skúla.

Í 1972 byrjaði skúlin við einum ungdómsbólki í Kommunuskúlanum. Meginparturin var sjálvboðið arbeiði, men vaksandi áhugi var bæði hjá ungum og tilkomnum fyri at fáa meira gagn burtur úr frítíðarundirvísingini í Havn. Býráðið og skúlaráðið gjørdu av at seta Napoleon Nólsoy til skúlastjóra at taka sær av allari frítíðarundirvísing hjá kommununi.

Í 1974 byrjaði kvøldskúlan av álvara, tá øll framhaldsdeildin í kommunuskúlanum var partur av kvøldskúlavirkseminum.

Skúlin broytti navn í 1975 og æt fram til 1988 Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, tá var heitið Tórshavnar Listaskúli skoytt uppí. Í 2019 broytti skúlin aftur navn til Tórshavnar Kvøldskúli.

Búmerkið er gjørt av listamanninum Hans Paula Olsen í 1978, sum tá undirvísti í skúlanum í tekning, máling og leiri. Búmerkið fevnir um 3 samansettar bókstavir- TKU, men kann eisini tulkast. Hamarin ímyndar Havnina ella smíðyrkið, strikurnar í miðjuni ímynda bókina og U-bókstavurin kann ímynda koyristólin.

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli hevði eisini leiðsluna í Tórshavnar Musikkskúla fram til 2003 (Royndarmusikkskúlin 1981 – 1985  og Tórshavnar Musikkskúla 1985 – 2003), t.v.s í samfull 22 ár. Í 2003 fer Poli frá fyri aldur og fáa skúlarnir tá hvør sína leiðslu (BO Isholm), sum tó húsaðust í somu skrivstovuhølum.

Fritleif Henriksen, sum var varaskúlastjóri frammanundan, bleiv skúlastjóri í 2003 og var til 2005. Jóhannes Eli Iversen, var skúlastjóri frá 3. januar 2006, til hann andaðist 22. desember sama ár.

Jákup Strøm varð settur skúlastjóri frá 1. juli 2007, til hann andaðist 17. mars 2014. 1. september 2014 varð Jógvan Sørin Hansen settur sum skúlastjóri. 1. juli 2022 varð Elin í Geil sett sum varðaleiðari.

Frítíð og frídagar 2024/2025

Heystfrítíð:
Leygardagin 12. oktober – sunnudagin 20. oktober 2024

Jólafrítíð:
Leygardagin 21. desember – mánadagin 6. januar 2025

Páskafrítíð:
Leygardagin 12. apríl – mánadagin 21. apríl 2025

Flaggdagur:
Fríggjadagin 25. apríl 2025

Dýri Biðidagur:
Fríggjadagin 16. mai 2025

Kristi Himmalferðardagur:
Hósdagin 29. mai - fríggjadagin 30. mai 2025

Grundlógardagur:
Hósdagin 5. juni 2025

Hvítusunnufríðtíð:
Leygardagin 7. juni – mánadagin 9. juni 2025

Summarfrítíð: 
Leygardagin 21. juni – mikudagin 13. august 2025

Allir nevndu dagar verða roknaðir sum frídagar

01:52:15