Treytir

Treytir og mannagongd í sambandi við kvøldskúlaskeiðini 2024/25

Treytir
Treytað av nóg stórari undirtøku og góðkenning frá myndugleikunum bjóðar Tórshavnar Kvøldskúli borgarunum í Tórshavnar kommunu undirvísing í teimum lærugreinum, sum lýstar eru í hesum skúlaárið 2024/25.

Mannagongd við tilmelding

Tilmeldingin fer fram á heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo frá mánadegnum 26. august kl. 18.00 til og við sunnudagin 1. september 2024. Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2025, fram til 1. november 2024.

Teldupostur verður sendur við leinkju til gjalding, so hvørt skeiðini verða stovnað.

Tilmeldingin er bindandi og er persónlig.

P-talið hjá hvørjum einstøkum næmingi, skal tilskilast við tilmelding. Er næmingur undir 18 ár, skal avvarðandi/verji skrásetast saman við næminginum.

Tilmeldingar kunnu ikki ringjast, sendast við telduposti ella vanligum posti.

Skúlaleiðarin kann í serstøkum førum áseta avmarkingar í talinum á tí virksemi, sum tann einstaki næmingurin við studningsvirkan kann luttaka í, og hvussu oftani tann einstaki kann luttaka í sama skeiði. Hesi verða í fyrsta umfari sett á bíðilista.

Um bíðilisti er til skeið í sama bólki, t.d. silvurarbeiði, sleppur tú bert at luttkak á einum skeiði.

Tá tilmeldingin er liðug og skeiðini stovnað, ber ikki til at taka móti fleiri tilmeldingum.

Aldursmark

Í frítíðarlógini, Lógtingslóg nr. 124 frá 10.12.2003, eru hesi aldursmørk lógarfest: 1. Almenn frítíðarundirvísing – øll yvir 14 ár (§3 stk.1) 2.

Serstøk frítíðarundirvísing – yvir 14 ár (§6) 3. Frítíðarvirksemi – øll børn og ung undir 25 ár (§11 stk.2)

Skeringsdagurin fyri aldursmarkið til skeiðini heystið 2024 er 26. august 2024 og til skeiðini várið 2025 1. januar 2025.

Undirvísingartilfar

Umframt skeiðsgjaldið skal roknast við útreiðslum til alt undirvísingartilfar. Í ávísum førum er tilfarið íroknað skeiðsgjaldið, og er hetta viðmerkt í skeiðslýsingini.

Kostnaður

Skeiðsváttanir, luttøkuváttanir og avrit av prógvum kosta kr. 100, um tey eru yngri enn 1 ár og kr. 200, um tey eru eldri.

Nær byrjar undirvísingin

Undirvísarin setur seg í samband við næmingarnar, so skjótt hann/hon hevur fingið næmingalistarnar frá skrivstovuni, og kunnar um, nær byrjað verður.

Skeiðslongd

Um annað ikki er tilskilað, er skeiðið 20 ferðir.

Framsýning

Hetta skúlaárið verður framsýningin í Tórshavn 4. og 5. apríl 2025 og í Kollafirði sunnudagin 6. apríl 2025.

Tað er sera umráðandi fyri Kvøldskúlan, at næmingar sýna fram tilvirkaðu lutirnar fyri at skapa íblástur og vísa borgarum í kommununi, hvørjir møguleikar eru í Kvøldskúlanum.

Kvøldskúlin skilar sær rætt til at nýta tilfar, ið er framleitt í Kvøldskúlans høpi, í t.d. lýsingum og faldarum.

Fyrivarni verður tikið fyri villum, og verða rættingar lagdar út á heimasíðuna so hvørt.

Upptøka stakgreinalestur á miðnámi

Fyri at verða upptikin skal umsøkjarin í fyrstu syftu lúka hesar treytir:

  • vera fyltur 18 ár í seinasta lagi 31.desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og lúka
    fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú meldar teg til,
  • hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans sambært ásetingunum í lógini um fólkaskúla ella
    hevur samsvarandi útbúgving,
  • hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum,
    donskum, enskum og støddfrøði,
  • hevur lokið tær munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út,
  • vanliga hava lokið lægra stigið í eini lærugrein, um søkt verður inn á hægri stig,
  • hava samrøðu við lestararvegleiðara áðrenn upptøku 

Umsøkjari, ið er nóg gamal, men ikki lýkur hinar treytirnar, kann tó verða tikin upp, um skúlaleiðarin metir umsøkjaran annars at hava fakligan førleika, ið svarar til omanfyrinevndu krøv.

Lestrarvegleiðarin, Holger Arnbjerg, er at hitta

á Kvøldskúlanum í J. H. Schrøtersgøtu 1 fríggjadagin 1. september kl. 16.00 – 18.00 Ringjast ella skrivast kann eisini til Holger á tel. 280177 og á holger.arnbjerg@gmail.com

Kunning um dátuvernd í sambandi við tilmelding til Tórshavnar Kvøldskúla

Viðgerð av tínum upplýsingum
Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.

Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Tórshavnar Kvøldskúli er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Kvøldskúlin viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávur í sambandi við tína kvøldskúla tilmelding. Kvøldskúlin savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tína tilmelding á nøktandi hátt og fyri at kunna halda avtaluna, sum verður gjørd við teg í sambandi við tilmelding.

Sum víst verður á undir treytir á heimasíðuni í kvøldskúlafaldaranum, er kvøldskúlin sum útgangsstøði fyri allar borgarar í Tórshavnar Kommunu tó soleiðis, at um pláss eru, kunnu borgarar í øðrum kommunum melda til. Borgarar í Tórshavnar Kommunu hava framíhjárætt, har talan er um tilmelding til skeið við avmarkaðum plássum. Eru fleiri tilmeldaði, enn pláss er til á skeiðnum, nýtir kvøldskúlin títt p-tal umvegis Fólkayvirlitið fyri at kanna eftir, um talan er um tilmelding frá borgara í kommununi, um ivamál er.

Soleiðis savna vit tínar dátur
Tá tú meldar til skipanina hjá kvøldskúlanum, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.

Hesar upplýsingar lata vit víðari til tín undirvísara
Undirvísarin á skeiðnum, tú meldar til, skal nýta ávísar persónupplýsingar hjá tær í sambandi við undirvísingina. Vanliga er talan um navn, aldur, telefonnr. og teldupostadressu. Undirvísarin nýtir hesar upplýsingar fyri at kunna samskifta við teg. Undirvísarin er skrivliga álagdur at strika persónupplýsingarnar, tá ið endamálið við at brúka upplýsingarnar er rokkið. Undirvísarin fær boð um hetta í teldupostinum, tá ið næmingalistin verður sendur honum. Undirvísarin fær eisini áminning viðvíkjandi nevnda, tá ið skúlaárið endar. Hetta er eisini galdandi fyri Facebook bólkar, Messenger bólkar og onnur forrit.

Vakmyndatól
Fyri at verja ognir og virðir hjá Kvøldskúlanum móti kriminellum handlingum, økja um trygdina fyri borgarar og starvsfólk á Kvøldskúlanum og skapa møguleika fyri kanningum av kriminellum handlingum, eru vakmyndatól sett upp við ávísar bygningar, har Kvøldskúlin heldur til.

Á øllum støðum, har vakmyndatól eru sett upp, verður skeltað soleiðis, at vakmyndayvirvaking er sjónlig. Bert avmarkað tal av starvsfólkum hava atgongd til upptøkurnar. Uppseting og umsiting av vakmyndatólum hjá Kvøldskúlanum fylgir mannagongd fyri umsiting av vakmyndatólum hjá Tórshavnar Kommunu.

So leingi goyma vit tínar dátur
Kvøldskúlin savnar bert neyðugar persónupplýsingar og goymir hesar, til sakliga endamálið við viðgerðini er rokkið. Tað kann vera ymist, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar. Upplýsingar skulu í ávísum førum goymast fyri at kunna skjalfesta okkara fyrisitingarliga arbeiði og viðkomandi málsviðgerð.

Um talan er um upplýsingar, sum eru partur av einum máli, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Kvøldskúlanum í Tórshavnar Kommunu, og avhendaðar Tjóðskjalasavninum sambært avhendingaravtalu og sambært lóg um skjalasøvn.

Er talan um skjøl, sum skulu goymast sum bókhaldsskjøl, verða hesi goymd sambært ásetingum í bókhaldslógini.

Sum víst á omanfyri hevur kvøldskúlin sett upp vakmyndatól. Upptøkurnar frá vakmyndatóli verða einans goymdar sambært galdandi lóggávu, og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið annars. Upptøkur kunnu verða latnar politinum, um politiið hevur brúk fyri teimum í sambandi við eitt politimál.

Undirvísarin fær í teldupostinum við næmingalistanum boð um at strika tínar persónupplýsingar, sum hann umsitur, tá sakliga endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er rokkið. Undirvísarin fær eisini áminning viðvíkjandi nevnda, tá ið skúlaárið endar. Hetta er eisini galdandi fyri Facebook bólkar, Messenger bólkar og onnur forrit.

Borgarar kunnu sjálvir rætta upplýsingar á vanganum hjá sær.

Tíni rættindi
Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur kvøldskúlanum rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo

Tú kanst lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.

Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu

Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi við at brúka hesa leinkjuna. www.torshavn.fo/um-kommununa/titt-mal-i-kommununi/personsupplysingarpolitikkur/

06:23:29