Í gjár og í dag hevur Tórshavnar Kvøldskúli verið karmur um norðurlendskan stórfund.
Fundurin hevur tvinni endamál. Annað er umrøðan av tí sokallaðu Nordplus verkætlanini, sum tey trý londini í ríkisfelgsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, samstarva um.
Hitt er víðkaða samstarvið millum norðurlondini, og tí eru umboð úr Íslandi og Noregi eisini við á fundinum.
Nordplus verkætlanin, Nordplus vaksin, hevur sum endamál at styrkja og menna tilvitskuna og kunnleikan um almannagagnlig endamál, eitt nú sosiala inklutión, mentan og burðardygga menning - lokalt og landanna millum.
Tað er í hesum sambandi, at londini viðgera møguleikarnar fyri tættari samstarvi, eitt nú tá um mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og virkna luttøku í frítíð og felagsskapum viðvíkur.
Nordplus verkætlanin og samstarvið millum norðurlondini byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.
Málið er at samansjóða felagsskapir lokalt og tvørtur um landamørk og fáa til vega vitan um týðandi virksemi og felagslív. Talan kann eitt nú vera felagsskapir innan ítrótt, mentan, útbúgving og skúlaskap og mangt, mangt annað.
Eitt av málunum við tí breiða norðurlendska samstarvinum er at skipa ein felags pall, har londini skjótari og lættari kunnu samskifta og deila vitan og royndir hvør hjá øðrum. Talan verður helst um eina heimasíðu ella okkurt slag av vanga á talgildu miðlunum.
Á fundinum hava londini millum annað viðgjørt tað, sum er felags og knýtir saman í einum annars umbroytiligum heimi, sum er undir trýsti á fleiri mótum.
Men eisini hava partarnir viðgjørt, hvønn týdning tað hevur, at londini eru ymisk og tí hava ymisk sjónarmið á ymsum økjum.
- Tað hevur eins stóran týdning at síggja virði í tí fjølbroytta og tað hevur at koma til eina felags niðurstøðu, ið øll eru samd um, verður sagt av fundinum.
Tórshavnar Kvøldskúli er føroyskt umboð í verkætlanini og hevur í hesum sambandi roynt at knýtt bond og fingið til vega upplýsingar um ymsar felagsskapir í Føroyum. Vitanin skal ætlandi leggja lunnar undir føroyska íkastið til verkætlanina og norðurlendska samstarvið frameftir.
Tey, ið taka lut á fundinum í Havn um dagarnar, eru Hans Jørgen Vodsgård, leiðari fyri Interfolk í Danmark, Peter Nygaard, formaður fyri Nukaka í Grønlandi, Helena Eydís Ingólfsdóttir, projekt- og granskingarleiðari fyri Husavik Academic Center í Íslandi, Trond Handberg, umboð fyri Vestvågøy kommunu í Noregi og Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla.
Skoða føroyska mentan og náttúru
Útlendsku gestirnir komu til Føroya mánadagin, og fundur hevur verið í Havn í gjár og í dag.
Umframt sjálvan fundin verður eisini skipað fyri øðrum tiltøkum. Í gjár var ferðalagið á útferð í Kirkjubø, har Jóannes Patursson, bóndi, greiddi frá søguni, eitt nú um kirkjuna, múrin og um roykstovuna.
Seinnapartin í dag fer ferðalagið ein túr undir Vestmannabjørgini, og í kvøld verður skipað fyri mentanartiltaki og døgurða á Gjáargarði.
Fyrrapartin í morgin verður vitjað á Føroya Fólkaháskúla, og farið verður eisini ein gongutúr í Havnini.
Útlendsku gestirnir fara av aftur landinum seinnapartin í morgin.