Nýtt skúlaár byrjar

Summarið er farið at halla, og nú stundar til skúlabyrjan á Tórshavnar Kvøldskúla. 

Kvøldskúlin spennir seg í vetur út við nógvum spennandi og áhugaverdum skeiðum og fyrilestrum. 

Í alt eru skeiðini 254 í tali, harav 68 eru nýggj. 

Tilmeldingin byrjar mánadagin 26. august klokkan 18.00 og fer fram á heimasíðu skúlans, kvoldskulin.fo.

Tilmeldingin verður hesaferð í trimum umførum, klokkan 18.00, klokkan 19.00 og klokkan 20.00. Nærri kunning fæst á heimasíðu skúlans og í faldaranum, sum í dag er borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. 

Vit fara næstu dagarnar at leggja brellbitar á heimasíðu og facebook vanga skúlans.

Tórshavnar Kvøldskúli ynskir øllum eitt gott komandi skúlaár. 

Hjartaliga vælkomin á kvøldskúla !

21:31:38