Nýggj heimasíða og tilmeldingarskipan hjá Tórshavnar Kvøldskúla

Grundað á vaksandi virksemi hjá Tórshavnar Kvøldskúla er enn einaferð neyðugt við
nýggjari tilmeldingarskipan.

Brúkaravegleiðing - soleiðis teknar tú teg til skeiðini
Tilmelding fer fram á nýggju heimasíðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla, www.kvoldskulin.fo.

Tú teknar teg við at trýsta á ynsktu lærugreinina. Lærugreinin verður síðani løgd í eina kurv.
Til ber at leggja fleiri skeið í somu kurv. Tá hetta er gjørt, verður tú biðin um at skráseta teg
sum brúkara og sum gjaldara og upplýsa navn, p-tal, bústað, telefonnummar og teldupost, og
so verður tilmeldingin skrásett.

Allar tilmeldingar eru persónligar og bindandi.

Er næmingurin undir 18 ár, skal avvarðandi/verji skrásetast sum gjaldari saman við
næminginum.

Gev gætur, at tilmeldingin er ikki endalig, fyrr enn brúkarin hevur rindað fyri skeiðið.
Teldupostur við gjaldsleinkju verður sendur, tá ið skeiðið verður stovnað. Næmingagjaldið
skal rindast beinanvegin.

Tað kann taka nakrar dagar ella vikur, áðrenn næmingurin fær teldupostin við gjaldsleinkju.
Kvøldskúlin sær í skipanini, at brúkarin hevur teknað seg, og tí nýtist brúkaranum ikki at
óttast fyri tilmeldingini.

Kvøldskúlin heitir á allar brúkarar um at kanna eftir, at telduposturin við gjaldsleinkjuni ikki
havnar í “óynsktum telduposti” (spam).

Tilmelding í tveimum
Seinastu árini hava trupulleikar verið við tilmeldingarskipanini hjá Tórshavnar Kvøldskúla, tí
trýstið hevur verið ov stórt. Hetta verður nú bøtt um.

Tilmeldingin byrjar mánadagin 28. august og verður í tveimum. Tann fyrra klokkan 18.00 og
hin seinna klokkan 20.00.

Í faldaranum á síðu 3 sæst yvirlit yvir, nær til ber at tilmelda til ynsktu lærugrein/lærugreinir. Faldarin er teldutøkur á kvoldskulin.fo

Tilmeldingin er opin til sunnudagin 3. september. Tó er freistin til várskeiðini, sum byrja í
2024, tann 1. november 2023.

Nær fær næmingurin boð um at byrja á skeiðnum
Tá ið tilmeldingin er endað og skeiðini flokkað, setur undirvísarin seg í sambandi við
næmingin og kunnar um, nær skeiðið byrjar. Tí er ikki neyðugt hjá næminginum at gera
meira, tá ið tilmeldingin er skrásett.

Tilmelding fer einans fram á heimasíðu Kvøldskúlans. Tað ber ikki til at tekna seg við
at ringja, senda teldupost ella vanligan post.

23:21:41