Einki er sum festligir harmonikutónar í góðum veitslulag. Ella bara eitt kalt vetrarkvøld síðst í november. Minni kann gera tað.
Harmonikan er vorðin sera væl umtókt ljóðføri á Kvøldskúlanum.
Fleiri, bæði kvinur og menn, yngri sum eldri, hava í vetur teknað seg til harmonikuspæl hjá René Hansen, ið hevur tikið stafettina upp eftir Niels Olsen, kendur úr Vestmonnum, sum hevur lagt frá sær eftir ein mansaldur sum undirvísari.
Vit vóru á gátt fyrr í kvøld, tá harmonkutónarnir ljómaðu so fagurliga úr musikstovuni í Eysturskúlanum.
Fleiri myndir eru at síggja á vanga okkara á facebook.