Í gjárkvøldið helt Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, sera áhugaverdan fyrilestur á Kvøldskúlanum um víðagitnu skaldsøguna um Moby Dick, sum amerikanski rithøvundin Herman Melville skrivaði í 1851.
Skaldsøgan um Moby Dick verður mett sum ein av týdningarmiklastu skaldsøgum í 19. øld.
Í stuttum er hon ein frásøgn hjá hvalaveiðimanninum Ismael um lívið umborð á skipinum Pequod og jagstranina eftir risastóra hvíta augustinum Moby Dick.
Søgan byggir lutvíst á søguligar hendingar og viðger annars hópin av fyribrigdum og týðandi viðurskiftum.
Millum evnini og sjálvar fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, Bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan og ymiskt annað.
Hóast sera keðiligt veður, illfýsi og kavi út, høvdu fleiri funnið sær veg á Kvøldskúlan at lurta eftir áhugaverdu framløguni.
Tann løtan, sum er góð, er ikki ring.
Fleiri myndir eru at síggja á vanga okkara á facebook.