Myndir: Fyrilestur um føroysk hús og føroyskan byggisið í øldir

Í gjárkvøldið helt Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur og professari, áhugaverdan og forkunnugan fyrilestur á Kvøldskúlanum um føroysk hús og føroyskan byggisið í øldir.
Jóan Pauli greiddi frá gongdini í føroyskari byggisøgu, um siðir frá landnámi og fram til okkara dagar.
Hann legði millum annað dent á at vísa, hvussu húsini broyttust frá langhúsum til stovur – roykstovu og glasstovu.
Somuleiðis vísti hann á, hvussu gomlu húsini seinastu í 1800-talinum vórðu broytt og enn eru kjarnin í bygdum í Føroyum, men eisini í pørtum av Havnini, og hvussu hús og samfelagsmenning hoyra óloysiliga saman.
Stórur áhugi var fyri fyrilestinum, og uppmøtingin var góð.
Fleiri myndir eru at síggja á vanga okkara á facebook. 
23:49:52