Arbeiði at smíða nýggja fimm-mannafarið á Tórshavnar Kvøldskúla gongur væl, og nú fer so smátt at líða.
Í vikuni vóru vit fram við og fregnaðust á verkstaðnum á Bacalao á Eystarubryggju.
Andrass Joensen, bátasmiður og undirvísari, letur væl at manningini og heldur, at tað hevur ligið væl fyri í vetur.
Vit fylgja gongdini við bátasmíðnum og fara at frætta meira seinni.
Fleiri myndir eru at síggja á vanga okkara á facebook.