Myndir: At gera rullupylsu og súlta reyðleyk og agurk

Í  hesum døgum verður heystið fagnað. Heystfjøllini verða gingin, og flettingi er fyri.  

Heystið speglast eisini aftur í serligu føroysku matmetanini.

Á kvøldskúlanum hava næmingar teir báðar undanfarnu hósdagarnar gingið at læra at kóka rullupylsu og at súlta reyðleyk og agurk. 

Fyrra dagin varð rullupyslan seymað og løgd í laka, og hin seinna dagin var rullupylsan kókað og løgd í pressu og reyðleukur og agurk súltað.

Undirvísari hevur verið Inga E. Tórbjørnsdóttir.

Myndir eru at síggja á okkara facebook vanga.

16:33:59