Myndir: Ættarsøga og gransking

Hvørji vóru okkara forfedrar? Og hvørji eru vit?

Og hvussu var tað nú við Ryberg?

Gransking í ættarsøgu er vælumtókt á Kvøldskúlanum, og fyri fyrstu ferð ber til at granska fyrrapart hvønn týsdag.

Og tað eru tað fleiri, sum eru glað fyri og hava tikið av møguleikanum.

Vit vóru á vitjan fyrrapartin, meðan tey kannaðu ættartalvuna og lósu í tjúkkum bókum.

Ættarsøga og gransking er eisini hvørt týskvøld á Kvøldskúlanum. 

Undirvísari er Poul Andreasen.

Fleiri myndir eru at síggja á vanganum hjá Tórshavnar Kvøldskúla á facebook. 

05:49:39