At tekna og mála er kynstur fyri seg.
Í vikuni vóru vit við, tá ið strikur gjørdust til vakrar tekningar og penslastrokini til dárandi málningar.
Lærugreinin er vælumtókt á Kvøldskúlanum, og millum teirra, sum tekna og mála, eru bæði roynd og óroynd, kend og minni kend andlit.
Evnini og talentirnar tróta ikki.
Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.