Gloym alt um undirskot av kvinnum, fallandi barnatøl og fráflyting.
Hesar hava sett við og seyma nú upp á nýggja, fagra ættarliðið av føroyingum - og onnur við.
Skeiðið í seyming fyri kvinnur í barnsburðarfarloyvi er vælumtókt á Kvøldskúlanum, og aftur henda veturin hava fleiri teknað seg.
Og tær hugna sær óført og seyma klæðir og ymiskt annað til brúk og til prýði.
Fyrrapartin vóru vit á vitjan og høvdu myndatólið við.
Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.