Handaligu lærugreinirnar eru altíð sera væl umtóktar á Kvøldskúlanum, og at virka úr horni-, beini-, silvuri-, og steini er einki undantak í so máta.
Á verkstaðnum í J. H. Schrøtersgøtu er futtur í, tí allar gerandisdagar, uttan ein, arbeiða tey miðvíst.
Og væl verður arbeitt.
Seinnapartin í gjár vóru vit á vitjan og høvdu myndatólið við.
Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.