Myndarøð: Brodering til føroysk klæði

Lærugreinirnar í handarbeiði eru altíð væl umtóktar á Kvøldskúlanum.

At brodera til føroysk klæði er einki undantak, og soleiðis er aftur í ár.

Tær brodera bæði fyrrapartar og seinnapartar á degnum, og í hesi vikuni hava vit vitjað í Toylon fyrrapart á degnum.

Ein longri myndarøð er at finna á vanga okkara á facebook, Tórshavnar Kvøldskúli.

19:24:08