Myndarøð: Binding

Tær binda alt, uttan frið.

Tað er full ferð á. Troyggjur, húgvur, hosur og so framvegis.

– Eg veit ikki, um eg skal byrja tað fyrsta eyga rangt ella rætt, sigur ein og fær holla vegleiðing frá undirvísaranum og góða hjálp frá hinum luttakarunum. 

Tær ganga til binding á Kvøldskúlanum fyrrapart, og tað dámar teimum avbera væl. Tær fegnast um nýggja møguleikan, ið passar teimum sum fótur í bundna hosu. 

Og tær fáa væl burturúr. 

Allar myndirnar í myndarøðini eru at síggja á vanganum hjá Tórshavnar Kvøldskúla á facebook.

20:20:25