”Knívleysur maður er lívleysur maður”, sigur gamalt føroyskt orðatak, sum stavar afturi úr víkingatíðini, tá knívur var um at gera.
So álvarsamt og avgerandi er tað valla í dag, tíbetur. Men tað er bæði til álvara og gaman, tá teir - teir eru bara menn - hittast í smíðstovuni í Eysturskúlanum hvørt mánakvøld og mikukvøld at skefta knívar, sum í mong ár hevur verið afturvendandi og væl umtókt lærugrein á Kvøldskúlanum.
Teir hugna sær óført, skemta og hava nógvar søgur at siga frá. Onkur hevur knív við sær, sum er gingin í arv frá abbanum og pápanum og nú skal pussast og hvessast og fáast at skína sum gull.
Tað er løtan eisini, hon er gull. Fleiri siga, at hon er tann besta í vikuni, og teir vildu ikki verið hana fyri uttan.
Vit vóru við mánakvøldið, og fleiri myndir í eini longri myndarøð eru at síggja á vanga okkara á facebook.