HEÐIN MORTENSEN, BORGARSTJÓRI: "BROSIÐ ER STYTSTI VEGURN OG MÁLIÐ LYKILIN"

- Røða í sambandi við Prógvhandan á Tórshavnar Kvøldskúla - føroyskt sum annaðmál - 23.05.24
Góðan dagin øll somul.
Og takk fyri, at eg eri boðin við á hesa hátíðarløtuna.
--
Eitt bros er stytsti vegurin millum menniskju, plagar at verða sagt. Vit skilja jú øll eitt bros.
Men líka so umráðandi er eitt mál, - tað at skilja málið í landinum, ið tú býr í.
--
Tí uttan mál er vandi fyri, at verða settur uttanfyri tað, ið hendir í landinum.
Málið er hornasteinurin fyri, at tað ber til at gerast partur av einum samfelag, - og at skilja samfelagið.
--
Dagurin í dag er søguligur. Tí fyri fyrstu ferð fáa tveir næmingar prógv í føroyskum máli, sum annað mál, eftir at hava tikið alla útbúgvingina. Tað eru Murat Aba og Fernando Troleis.
Tit báðir skriva sostatt føroyska søgu. Tit slóða fyri og eru fyrimyndir fyri onnur.
Tit vísa, at tað ber til at læra føroyskt, hóast tað við hvørt kann verða torført. Ikki minst føroysku bendingarnar, sum eisini kunnu verða torførar hjá okkum føroyingum at læra.
--
Dagurin er eisini søguligur á annan hátt, tí hetta er seinastu ferð, at Tórshavnar Kvøldskúli handar tilflytarum prógv fyri at hava tikið skeið í føroyskum.
Tí Tórshavnar Kvøldskúli gevst nú við undirvísingini.
Men tit - leiðsla og starvsfólk - skulu vita, at tykkara lutur liggur ikki eftir.
Tórshavnar kvøldskúli hevur seinastu 10 árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at læra tilflytarar og onnur føroyskt.
Fleiri enn 1000 fólk hava fingið skeið av ymsum slag innan føroyskt á Tórshavnar kvøldskúla.
Tit hava gjørt eitt megnar arbeiði, ikki bara fyri Tórshavnar kommunu, men fyri allar Føroyar.
Tað eiga tit tøkk fyri.
--
Í dag fegnast vit - brosa og tosa - tí vit og tit eru komin eitt stig nærri hvør øðrum, - eitt stig nærri at skilja hvønn annan.
--
Men tað er ikki bara føroyska málið, ið eyðkennir Føroyar. Árstíðirnar kunnu við hvørt verða líka torskildar, sum føroyska málið.
Men nú er summar í hond, og tá ber alt til.
Seinasta ørindi í sanginum Nú sprettir á fold og spírar, ljóðar soleiðis:
Alt ljómar á ljósum degi
og teskar um miðju nátt
Far út og nør tína megi,
Hoyr summarsins andadrátt.
--
Nú er skúlin liðugur, og tit sleppa út at njóta summarsins andadrátt.
Enn einaferð, hjartaliga til lukku.
Heðin Mortensen, borgarstjóri.
17:05:56