Báturin verður fólksins ogn

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær triðja føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað.

- Báturin skal vera fólksins ogn og koma øllum til góðar, bæði føroyingum og útlendskum gestum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá ið nýggja og snotuliga fimm-mannafarið, sum er 21 føtur, varð flotað í Álakeri í gjárkvøldið.

Tórshavnar kommuna vil, at báturin skal vera enn eitt stásiligt prýði fyri býin. Tí ætlar kommunan at byggja eitt nýtt og glæsiligt neyst millum Skipasmiðjuna og Müllers Pakkhús. Har fær báturin ætlandi sítt heiðurspláss og møguleiki verður hjá fólki at skoða meistarliga verkið, sum er smíðað eftir gomlum føroyskum siði og sniði. Fyrimyndin er hin tiltikni Múlabáturin. Tekningar eru longu gjørdar av nýggjum neysti, sum hevur útsíður av glasi, so áskoðarin kann skoða bátin í samspæli við vakra umhvørvið. Tekningarnar vórðu lagdar fram í gjárkvøldið.

Tað hevur stóran týdning, halda Tórshavnar Kommuna og Tórshavnar Kvøldskúli, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, sum er komið á listan hjá UNESCO yvir heimsarv, ið verdur er at varðveita.

- Føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga. Tí er tað okkara skylda at varðveita og menna handverkið at smíða bátin. Og tað vil Tórshavnar kommuna fegin stuðla upp undir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Halda bátasmíð í hevd
Tórshavnar Kvøldskúli hevur seinastu árini lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd. Tað er rár hending, at føroyskur bátur verður smíðaður eftir gomlu siðvenjuni, men tað hevur týdning, skal handverkið varðveitast og ikki doyggja út, heldur Andrass Joensen, sum fór um tey 80 í síðstu viku og hevur verið lærumeistari hjá næmingunum á Kvøldskúlanum.

Hann fegnast um góðu undirtøkuna, sum bátasmíð á Kvøldskúlanum hevur havt seinastu árini. Tað merkir, heldur hann, at tað framvegis er áhugi fyri handverkinum og tí føroyska bátinum. 13 mans hava í vetur verið um at smíða triðja bátin á Bacalao á Vestarubryggju.

Andrass Joensen vísir annars á, at stórur munur er á tí gamla føroyska bátinum og kappróðrarbátinum, tí endamálið er ikki hitt sama.

- Kappróðrarbáturin hevur eittans endamál og verður smíðaður hareftir. Føroyski báturin er brúksbátur burtur av og hevur frá gamlari tíð verið brúktur til fiskiskap, flutning og mangt, mangt annað, sigur Andrass Joensen.

Hann tekur fult undir við ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu, sum ætlar at gera bátin atkomuligan fyri almenningin og sýna fram.

- Tað er eitt frálíkt hugskot, ið kann stimbra tilvitanina og kveikja áhugan fyri tí føroyska bátinum, sigur Andrass Joensen.

Tveir bátar eru smíðaðir á Kvøldskúlanum undan hesum. Tann fyrri varð lutaður burtur á lutaseðli hjá Kiwanis og er nú ogn hjá privatum og liggur við Kongabrúnna í Havn. Tann seinna ognaði Karin Elsbudóttir, stjóri fyri Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn, sær, og liggur hann við bryggju í Keypmannahavn.

Nú hevur Tórshavnar kommuna ognað sær triðja bátin. Eitt dømi um, at kommunan tekur føroyskt bátasmíð í álvara og vil varðveita og menna aldargamla handverkið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Enn er ikki greitt, hvat nýggi báturin skal eita. Onkur helt tó skemtiliga fyri, nú báturin varð flotaður við Heðini Mortensen sum róðursmanni afturi í rong, at navnið á bátinum kundi verið “Borgarstjórin”.

Livst so spyrst.

14:44:06