Bólkur
Undirvísingartilboð í Kollafirði
Lærari
Kári A. O. Durhuus
Árant Djurhuus
Skeið nr.
9911
Tøk pláss:
42
Byrjar:
Klokkan:
-

Talv fyri børn, 1. - 9. flokkur

 
Endamál: At skapa áhuga fyri talvi frá barnsbeini.
Málbólkur: Børn og ung frá 1. flokki til og við 9. flokk.
Skeiðsháttur: Teori og praksis. Frálæra er samstundis, sum luttakararnir royna seg í talvi.
Innihald: Undirvísingin fer fram í trimum bólkum eftir aldri fyri at vera tillagað tí støði, luttakarin er á. Harumframt eru talvkappingar kring landið, har vit luttaka. Samstundis, sum børnini læra at telva, kann hetta geva teimum betri bindindi til betur at hugsavna seg og soleiðis gerast betri at loysa aðrar uppgávur.
Undirvísingarháttur: Teori og praksis. Frálæra er samstundis, sum teir royna seg í talvi.
Skeiðslongd: 60 tímar býttir út á 2 tímar um vikuna fyri hvønn bólk.
Fyritreyt: Ongar.
Bøkur og tilfar: Undirvíst verður við ymiskum talvtilfari av netinum, úr bókum, tíðarritum o.ø. Ikki neyðugt hjá luttakarunum at útvega sær tilfar.
Undirvíst verður sambært avtalu eftir heystfrítíðina.
Skeið 9911, Sambært avtalu
Vegleiðing Melda til
Kostnaður: 250 kr
04:04:13