Gittari fyri børn 13 ár og yngri, nýbyrjarar og víðarikomin
Hetta skeiðið er fyri nýbyrjaði og víðarikomin, - ið hava hug at læra og menna sínir førleikar til at spæla gittara.
Grundarlagið fyri undirvísingina er, at gera hvørja avbjóðing á ljóðførinum so einfalda og lætta sum gjørligt at loysa, og at geva tær tey neyðugu "amboðini" til at fremja hetta. Tú lærir at nýta ymsir grundhættir, at lesa nótar, samanspæl, og sum heild at bera fram eina tónlistarliga uppliving.
Undirvísingin er skipað sum einstaklinga-tímar á 50 minuttir, og finnur stað leygardagar 1. ferð um mánaðin í einum av hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla - í alt eru 9 ferðir at møta frá september 2024 til og við mai 2025.
Gittarlærari á skeiðinum er Dávur Birgisson, sum hevur hægri útbúgving sum gittarleikari frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir við at framføra og undirvísa, hevur hann vunnið virðislønir í Føroyum og í Danmark.
Sjálvur tekur hann til orða: "uppgávan hjá mær sum lærari er, at møta tær har ið tú ert í tínari tilgongd, og at stuðla tær víðari harfrá til eitt hægrið støði."
Sjálvur tekur hann til orða: "uppgávan hjá mær sum lærari er, at møta tær har ið tú ert í tínari tilgongd, og at stuðla tær víðari harfrá til eitt hægrið støði."
Undirvíst verður 28/9, 26/10, 23/11, 14/12 - 2024 og 4/1, 1/2, 1/3, 5/4, og 3/5 - 2025.
Undirvíst verður sambært avtalu leygardagarnar 28/9, 26/10, 23/11, 14/12 - 2024 og 4/1, 1/2, 1/3, 5/4, og 3/5 - 2025.
Skeið 9410, Leygardag sambært avtalu