Sangur og sangteknikkur fyri børn 10 - 13 ár
Dámar tær væl at syngja? Og vil tú læra eitt sindur av sangteknikki? Hetta er sangskeiðið, har dentur verður lagdur á gleðina við at syngja, og vit læra lættar tekniskar venjingar, so at tað verður lættari at syngja. Undirvísingin verður tillagað til tørvin hjá næminginum. Undirvísingartíðin er eftir avtalu, so Guðrun Sólja setur seg í samband við teg, og tit finna eina tíð. |
Undirvíst verður 10 ferðir frá januar
Skeið 9302, Sambært avtalu týsdag kl. 15:15 - 18:15 og hósdag kl. 15:00 - 18:30