Tekning fyri børn 9 - 11 ár
Endamál: At læra nakrar grundleggjandi tekniførleikar m.a. grundformar og skuggalegging - og so annars bara at tekna eftir førleika. Innihald: Fyrra tíman fáa næmingarnir tekniuppgávur, sum øll gera. Vit læra m.a. at tekna andlit og kropp á fólki í røttum lutfalli, um ymsar mátar at leggja skuggar á eina tekning og líknandi. Er veðrið gott, fara vit eisini út at tekna okkurt áhugavert. Seinri tímin er fríur, og næmingarnir tekna tað, teir hava hug til – t. d. ein mangafigur, sum vit kenna frá japonskum teknirøðum ella bara tekna okkurt mynstur. Undirvísarin gongur runt og leggur lag á. Tilfar at hava við: Vit brúka m.a. blýant, tussj, krit og pappír. |
Undirvíst verður 10 ferðir frá januar.
Skeið 9102, Mánadag kl. 14:00 - 16:00