Timbur og annað frá 16 árum
Endamál: At menna og stimbra næmingar í ymiskum handaligum arbeiði inni á verkstaðnum. Innihald: Stimbra tey skapandi evnini og læra næmingar at gera meginpartin sjálvir. Skeið: 1 ferð um vikuna. Fyritreyt: Fólk við ymiskum brekum, ið tørva serundirvísing og kunnu læra og mennast at gera ymiskt handaligt arbeiði. Tilfar: Møguleiki er fyri, at lærarin útvegar undirvísingartilfar. Hevur tú stuðul ella námsfrøðing, skal hann fylgja tær í undirvísingini, um ikki annað er avtalað við undirvísararnar. |
Skeið 8102, Týsdag kl. 16:00 - 19:30