Skeiðið er Fullteknað
Bólkur
Ljóðføri – Einstaklingaundirvísing
Lærari
Dávur Birgisson
Skeið nr.
7410
Tøk pláss:
0
Byrjar:
Klokkan:
-

Gittari fyri nýbyrjarar og víðarikomin

Hetta skeiðið er fyri nýbyrjaði og víðarikomin, - ið hava hug at læra og menna sínir førleikar til at spæla gittara.
Grundarlagið fyri undirvísingina er at gera hvørja avbjóðing á ljóðførinum so einfalda og lætta sum gjørligt at loysa, og at geva tær tey neyðugu "amboðini" at fremja hetta. Tú lærir at nýta ymsir grundhættir, at lesa nótar, samanspæl, og sum heild at bera fram eina tónlistarliga uppliving.
Undirvísingin er skipað sum einstaklinga-tímar á 50 minuttir, og finnur stað leygardagar 1. ferð um mánaðin í einum av hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla - í alt eru 9 ferðir at møta frá september 2024 til og við mai 2025.
Gittarlærari á skeiðinum er Dávur Birgisson, sum hevur hægri útbúgving sum gittarleikari frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir við at framføra og undirvísa, hevur hann vunnið virðislønir í Føroyum og í Danmark.
Sjálvur tekur hann til orða: "uppgávan hjá mær sum lærari er, at møta tær har ið tú ert í tínari tilgongd, og at stuðla tær víðari harfrá til eitt hægrið støði."

Undirvíst verður 28/9, 26/10, 23/11, 14/12 - 2024 og 4/1, 1/2, 1/3, 5/4, og 3/5 - 2025.
 
 
Undirvíst verður sambært avtalu leygardagarnar 28/9, 26/10, 23/11, 14/12 - 2024 og 4/1, 1/2, 1/3, 5/4, og 3/5 - 2025.
Skeið 7410, Leygardag sambært avtalu
Vegleiðing
Kostnaður: 810 kr
06:26:26