Felagssangur 45+
Ert tú 45 ár ella eldri og hevur hug at hugna tær saman við øðrum, ið eisini dámar væl at syngja? Vit hittast 1 ferð um vikuna og syngja nakrar sangir saman, føroyskar og útlendskar og gera eisini onkrar lættar raddarvenjingar. Hetta verður á einum støði, har øll kunnu vera við. |
Skeið 7200, Hósdag kl. 19:30 - 21:00