Grundskeið um vín
Á grundskeiðnum um vín fara vit m.a. ígjøgnum hesi evni: Hvat er vín? Hvar verður vín dyrkað? Vínframleiðsla. Hvussu verður vín smakkað? Tær ymsu víndrúvurnar. Vínlondini og kendastu vínøkini. Borðreiðing og at goyma vín. Vit koma eisini at smakka og viðgera ymisk vínsløg. Skeiðið er eitt byrjanarskeið innan vín og er serliga ætlað byrjarum og teimum, sum ikki hava serligan kunnleika til vín frammanundan. 18 ára aldursmark. |
Undirvíst verður 3 ferðir frá 5. februar 2025.
Tilfar er íroknað skeiðsgjaldið.
Skeið 6802, Mikudag kl. 19:00 - 22:30