Foto, byrjanarskeið
Endamál: Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarum eina grundvitan í myndatøku og myndatøkuteknikki. Undirvísingarháttur: Ljósmyndafyrilestrar. Myndatøka har vit eftirmeta og kjakast um myndirnar. Gjøgnumgongd av myndaforriti. Vit viðgera myndir í talgildum verkstaði. Innihald: Søgan um myndatøku. Farið verður gjøgnum tøknina í einum myndatóli, hvussu ein mynd verður bygd upp (kompositión) og praktiskar royndir við teimum evnum, sum eru gjøgnumgingin. Skeiðslongd: 6 ferðir. Fyritreyt: Neyðugt er, at luttakarar hava eitt myndatól, t.v.s. talgilt myndatól. |
Undirvíst verður 6 ferðir frá 5. februar 2025.
Skeið 5002, Mikudag kl. 19:00 - 22:05