Føroyskt bátasmíð
Endamál: At varðveita føroyskt bátasmíð. Málbólkur: Ein og hvør, sum hevur hug at varðveita føroyskt bátasmíð og er fittur í hondunum t.d. dugir grundleggjandi handverk innan træyrkið. Innihald: Smíðað verður eitt fimmmannafar eftir gomlum tekningum. Dentur verður lagdur á, at tað, sum verður gjørt, er væl gjørt. Skeiðslongd: Tvey kvøld um vikuna og onkran leygardag eftir avtalu. Tilsamans umleið 160 undirvísingartímar. |
Skeið 4305, Týsdag og hósdag kl. 18:00 - 21:30