Postalínsmáling fyri byrjarar og vand
Endamál: At læra næmingarnar at mála upp á postalín upp á ymiskar mátar. Málbólkur: Øll, ið hava áhuga. Nýbyrjarar og vand. Treytir fyri luttøku: Ongar, tí øll kunnu læra at mála. Innihald: Dentur verður lagdur á at læra næmingarnar um máling, ymiskar oljur, litsamanseting, arbeiðsamboð, málingateknikk, brenning v. m. Tilfar og bøkur: Tilfar kann keypast á skeiðnum. Bøkur og bløð eru á skeiðnum. |
Skeið 3500, Mikudag kl. 17:00 - 20:30