Klædnaprent, frá 15 árum
Á verkstovuni arbeiða vit við at háprenta á klæði. Vit skera í ymiskt tilfar, prenta og stempla á klæði. Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. skurðtilfar, amboð, svertur í fleiri litum, royndarklæði, berinet og óavmarkað royndarpappír. Luttakarin hevur sjálvur klæði við, sum prentað verður á. Tó kann meturvøra, berinet og hágóðskuprentørk at prenta á eisini keypast á staðnum. Verkstovan er tveir fylgjandi dagar 3 tímar hvønn dag. |
Undirvíst verður 27. og 28. september 2024.
Skeið 3316, Fríggjadag kl. 16:00 - 19:05 og leygardag kl. 14:00 - 17:05