Ullarvirking
Ullarvirking verður á skránni 5 leygardagar í byrjanini av 2024. Øll kunnu luttaka. Eru tit von at spinna, so taki handsnælduna ella rokkin undir armin til íblástur og hugnaløtu.
Dagarnir byrja við einum uppleggi um eitt ella fleiri evni innan ullarvirking har luttakarar eru sera vælkomnir at stuðla undir við teirra vitan og royndum. Aftaná verður arbeitt innan dagsins evni ella man kann fáast við sína egnu ullarvirking. Drekkamuður verður at fáa, men gott er at hava matpakka við.
Evnini eru: Klárgering av ullini (skilja, vaska og nappa), kemba og karða (samfingi, brodd og rót), spinna á handsnældu, spinna á rokki, brúk av tógvi í fornari tíð (nálabinding og pjóning).
Undirvíst verður 6 ferðir frá januar 2025.
Skeið 2705, Leygardag kl. 10:00 – 14:55