Ættarsøga og gransking
Finn tínar forfedrar fleiri ættarlið aftur í tíðina ella kanna ættina frá einum ella fleiri av forfedrunum ella kanna ættarsøguna í bygd og bý. Møguleikarnir eru nógvir. Keldurnar eru m.a. fólkateljingar, kirkjubøkur, skiftiprotokollir, sum í dag eru at finna á netinum m. a. history.fo., og prentaðar bøkur við ættar- og bygdasøgum. Tey, sum hava hug, kunnu, sum skeiðið líður, gera ella prenta út síni avrik sum bókling ella hefti. Skeiðið er fyri tað mesta á teldu, og ættarforritið Legacy verður nýtt. Teldukunnleiki er tó ikki ein treyt fyri at vera við. |
Skeið 1400, Týsdag kl. 19:00 - 22:30