Bólkur
Mál og málljóð
Lærari
Jón Durhuus
Skeið nr.
1072
Tøk pláss:
6
Byrjar:
Klokkan:
-

Spanskt framhald. BROYTING: Nýggjur undirvísari og stað.

 
Skeiðið í sponskum fyri víðarikomin hugsavnar seg um málið við støði í praktiskum samskifti, har vit arbeiða við at tosa og skilja, eisini í mentanarligum høpi, har vit fáa innlit í mentanarligu og landafrøðiligu umstøðurnar fyri málinum og tess mergfeldi í spansktalandi heiminum.
Við lurti- og talivenjingum og við skrivligum venjingum fara vit gjøgnum mállæru og ljóðlæru við denti á vanligastu málførini.
Reyði tráðurin gjøgnum skeiðið er lærubókin “Tapas”, men vit brúka eisini sjón- og ljóðtøkt tilfar á upprunamálinum. Lagt verður upp fyri málkunnleikanum og ynskjum hjá tí einstaka, soleiðis at øll fáa nakað burtur úr luttøkuni – byrjarar eins og vand.
Undirvíst verður 10 ferðir frá januar.
Skeið 1072, Mikudag kl. 18:30 - 21:05
Vegleiðing Melda til
Kostnaður: 570 kr
06:23:31