Vápnatrygdarskeið
Trygdarskeið, ið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman við einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við einari stuttari roynd. Tey, ið standa royndina, fáa váttan upp á staðið trygdarskeið. Váttanin skal nýtast, tá søkt verður um vápnaloyvi til høglbyrsur og luftbyrsur størri enn kaliber 5,5 mm. Aldurmarkið er frá 15,5 árum. Íroknað gjaldið eru leirdúgvur, patrónir og prógv upp á staðið vápnatrygdarskeið. Skjótibreytin hjá felagnum er á Sandvíkum. Omankoyringin er fyrsti vegur til høgru eftir Sandvíkarhjalla, tá ið koyrt verður norður eftir Kaldbaks vegnum. |
Undirvíst verður 4., 5. og 7. september 2024.
Leygardag sambært avtalu á skjótibreytini.
Mikudag og hósdag kl. 19:00 - 21:35 og leygardag sambært avtalu á skjótibreytini