Skeiðið er Fullteknað
Bólkur
Trygd á sjógv og landi
Lærari
Andras Danielsen
Jan Michelsen Hjaltalin
Sigmund Norðfoss
Skeið nr.
0060
Tøk pláss:
2
Byrjar:
Klokkan:
-

Dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar

 
Minna dugnaskaparskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum so sum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti at veður- og streymviðurskiftum. Umframt hetta verður eisini undirvíst í vanligum sjómansskapi t.d. at manovrera, knýta og nýta knútar og at verja havumhvørvið. Undirvísingin fevnir um tól t.d. GPS’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini. Eykavinningurin við at taka dugnaskaparskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann nýtast kring allan knøttin, og at tað eisini er prógv til skjótgangandi bátar upp til 20 bruttotons.
Prógvið í koyrikortstødd og -sniði er íroknað skeiðsgjaldið.
VHF/ROC-skeið er íroknað og er íalt 35 tímar.
Undirvísingin byrjar eftir heystfrítíðina.
Skeið 0060, Mánadag kl. 19:00 22:30 og VHF/ROC (35 tímar) verður helst hósdag kl. 19:30 - 21:00
Vegleiðing
Kostnaður: 3200 kr
14:16:38