Skúlar og vinna í fotosamstarvi

Tórshavnar Kvøldskúli skipar saman við Tekniska Skúla í Havn og fyritøkuni við klædnamerkinum Sirri fyri kollveltandi fotoverkætlan (2010)

 

Fotonæmingar hjá Tórshavnar Kvøldskúla hava í vetur tikið myndir av modellum í klæðum frá Sirri á Áarvegi í Havn, og modellirnar hava fingið sítt hársnið og smyrsl við at lata næmingar á Tekniska Skúla í Havn seta sær hárið og leggja makeup.

 

Verkætlanin hjá teimum báðum skúlunum og Sirri hevur verið ein rættiliga spennandi og ótrúliga kreativ roynd, tí modellirnar hava poserað fyri fotografunum í einum ágangandi, ráum umhvørvi á vestaru kai í Havn, har sum Saltsølan heldur til. Tað ansvekjandi, eygnarívandi, ráa úrslitið er ein merkisverd harmonisk kontrast, ið hevur verið ein sera væleydnað avbjóðing í verkætlanini hjá skúla og vinnu. Tað pena og reina stendur í hvassari andsøgn við tað gamla, slitna og í støðum lasafarna kaiøkið.

 

Endamálið við hesi fotoverkætlan er at menna og hevja tvørfakligt samstarv millum skúlar og vinnulív, her tað kreativa stendur í fremstu røð, og næmingar fáa innlit í, hvat ein slík verkætlan fevnir um í hesum átaki.









«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her