Skúlar í fotosamstarvi

Tórshavnar Kvøldskúli skipar saman við Tekniska Skúla í Havn fyri kollveltandi fotoverkætlan

Níggju fotonæmingar hjá Tórshavnar Kvøldskúla, sum fotografurin Jón Kragesteen Joensen er lærari hjá, hava í vetur tikið myndir í Listaskálanum í Havn og Plantasjuni uttan um skálan av modellum, sum Tekniski Skúli í Havn hevur útvegað. Næmingar á Tekniska Skúla hava sett modellunum hárið og lagt teimum smyrsl og makeup.

Verkætlanin hjá teimum báðum skúlunum hevur verið ein rættiliga spennandi og ótrúliga kreativ roynd, tí modellirnar hava poserað fyri fotografunum í eini eind av listumhvørvi og teirri tíðum so veðurbardu lundini miðskeiðis í Havn.

Tað ansvekjandi, eygnarívandi, ráa úrslitið er ein merkisverd harmonisk kontrast, ið hevur verið ein sera væleydnað avbjóðing í verkætlanini hjá skúlunum.

Endamálið við hesi fotoverkætlan er at menna og hevja tvørfakligt samstarv millum skúlar, her tað kreativa stendur í fremstu røð, og næmingar fáa innlit í, hvat ein slík verkætlan fevnir um í slíkum átaki.







«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her