Vælnøgdir trummuspælarar

Vælnøgdir trummuspælarar

 

 

 

Eftir eina viku við trummuspæli, var endabresturin av skeiðinum í trummuspæli við Gulla Briem hildin í Reinsarínum í Tórsgøtu hóskvøldið 12. desembur 2008.

 

Tórshavnar kvøldskúli skipaði fyri drumworkshop. Skeiðið, sum var á aljóða støði, var hildið við Gulla Briem, sum er kendur úr bólkinum Mezzoforte. Hann hevur havt undirvísing fyri einstaklingum gjøgnum vikuna, men til endabrestin vóru allir luttakararnir samlaðir í Reinsarínum í Tórsgøtu til ein samndrátt av skeiðnum.

 

Luttakararnir vóru sera væl nøgdir við skeiðið, og vóru teir allir samdur um, at skeiðið hevði givið teimum nógv, og at líknandi skeið vónandi kunnu haldast í framtíðini.

 






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S