Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri koyrikorti til lítið prutl (30 km/t)

Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri koyrikorti til lítið prutl (30 km/t).

Tilmeldingin til koyrikort til lítið prutl (Bólkur AM 15 ár 30 km/t) byrjar mikudagin 22. november kl. 14.00. Treytin fyri at melda seg til hetta skeiðið er, at næmingurin er fyltur 15 ár, tá ið skeiðið byrjar.

Tilmeldast og gjaldast skal á heimasíðu kvøldskúlans www.kvoldskulin.fo.

Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp.

Fyrstu undirvísingardagar í teori eru mikudagin 29. november og mikudagin 6. desember frá kl. 16.00 til 19.30. Ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við nevndu dagar.

Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl og hjálm við. Prutlið skal vera skrásett og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni til koyring millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri.

Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi.

Skeiðið í fyrstuhjálp verður hósdagin 30. november og hósdagin 7. desember frá kl. 16.00 til 19.30.

Skeiðið kostar 900 kr. Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið. (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av).

Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir.







«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her