Tilmeldingarrok .....

Tilmeldingarrok .....

Fyrstu 10 minuttirnar eftir at teldutilmeldingin læt upp í gjárkvøldi, høvdu 400 fólk skrásett seg og eftir einum tíma var talið omanfyri 1000.

Hetta, at so nógv skráseta seg samstundis, setur stór krøv til skipanina og tá kunnu óhepnar støður koma fyri. Ein serligur trupulleiki var, at tey flestu ikki beinanvegin fingu afturmelding um, at teirra tilmelding var skrásett. Summi fingu afturmeldingina eftir einari løtu, onnur mátti bíða tímar og uppaftur onnur fingu fyrst boð tá ið tað leið út á náttina. Í ávísum føri hava persónar fingi skeiva afturmelding, tað veri seg skeivt skrásetta lærugrein ella skráseting hjá skeivum persóni.

Men snøgt sagt øll eru skrásett og nýtast tí ikki at bera ótta fyri ikki at vera tilmeldaði.

Vit á skrivstovuni fara at brúka næstu tíðina til viðgerða, bólka og skáseta innkomnu tilmeldingarnar.

Er ivi um tilmeldingina e.l. ber til at senda teldupost til www.kvoldskulin@torshavn.fo






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S