Takkarbræv frá India- næmingunum

Takkarbræv frá India- næmingunum

 
Sjónleikaraskúlin og Bendar Spónir á festival í India

Sjónleikaraskúlin hjá Havnar Sjónleikarafelagi var í mánaðarskiftinum nov.- des. 2008 á sjónleikarafestivali í Delhi í India og framførdi sangleikin"Fez" eftir hollendska rithøvundan Marcel Van Rijn. "The 9th International Children´s Festival for Performing Arts" var í Ryan International School í New Delhi frá 27. november til 1.desember 2008.



Bendar Spónir: India!
Tá ið vit í bólkinum Bendar Spónir fingu tilboðið um at luttaka í ferðini til India saman við sjónleikinum FEZ úr Havnar Sjónleikarafelag, trúðu vit ikki okkara egnu oyrum. Tað hevur verið okkara stóri dreymur at sleppa til India ein dag. Men so brádliga stó møguleikin opin, og tað tók ikki langa tíð áðrenn avgerð var tikin fyri, at vit skuldu fara við. Hetta var ein ótrúligur møguleiki, at sleppa út um landoddarnir at framføra, og spæla okkara tónleik. Og tónleikurin var eisini sera væl móttikin.

Tað at koma til eina heilt aðra mentan, brýnir okkum sum menniskju. Vit búðu heima hjá indiskum familjum, og hetta gjørdi at vit komu heilt tætt uppá tað Indiska lívið. Hetta var sera læruríkt. Vit lærdu m.a. um  teirra trúgv, siðir, mentan, gerandisdagin og sum heild hvussu lívið hjá teimum er.

Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum sum gjørdu tað møguligt hjá okkum at sleppa á okkara dreymaferð til India <3  Takk fyri stuðulin!


Tíðin áðrenn India
Tað byrjaði við at Hedvig fekk eina innbjóðing frá International children´s festival um, at tað var ein  festivalur i India, sum bjóðaði børnum úr øllum londum til India. Hetta tiltakið var fyri frið í heiminum.

Hedvig helt tað ljóaði spennandi og ein dagin spurdi hon tann elsta sjónleikarabólkin um nakar hevði hug at fara og tað høvdu 9 gentir.

So møttust hon og foreldrini nakrar ferðir. Foreldrini vóru helst bangin. Og har var nógv kjak áðrenn grønt ljós var givið fyri at lata sítt barn koma heilt til India. Ein dagin skuldi Hedvig hava tað endaliga svarið og tað endaði við, at allar genturnar sluppu við. So skrivaði Hedvig til Festivalin, at vit vildu fegin til India. Nakrar dagar eftir hevði hon fingi svar, vit sluppu við.

Túrurin kostaði nógvar pengar. Hedvig og foreldrini søktu um stuðul og allar gentunar samladu fløskur fleiri ferðir. Vit fingu nógvan pening, men allíkavæl goldu vit uml. 5000 kr hvør.

Fyri at koma til India skuldu vit hava visum og vaksinatiónir.

Øll skuldu eisini hava føroysk klæðir við, tey sum ikki áttu lántu frá sjónleikarahúsinum.

Jóhanna Roos Slættanes

DELHI
Í Delhi var luftin so dálkað, at hon luktaði. Men tað vandu vit okkum við eftir nakrir dagar. Men tá ið vit koyrdu í bil kom lukturin onkuntíð so knappuliga, at vit næstan svímaðu.

Har vóru ótrúliga nógvir marknaðir í býnum. Tað haldi eg (Saga) at var eitt av tí mest serstaka. Tá ið mann gekk ígjøgnum býnum, sá mann ikki minni enn hundra fólk sum seldu smáting á einum teppi onkrastaðni á gongubreytini. Vit sóu alt millum armbond og smykkir, til stolnar telefonir. Har er eisini altíð fult av fólki á gøtunum – og um man vil yvirum vegin, so er tað bara synd. Tað er næstan ómøguligt. Lítlir rick-shaws, bilar, bussar, traktorar, súkklur. Alt tú kanst hugsa tær við hjulum var á tí stóra vegnum og koyrdi huldur um buldur um hvønn annan. Eitt ótrúligt sýn.

Har er stórur munur millum rík og fátøk í India. Tað sæst eisini rættiliga væl, tá ein gongur úti í býnum. Í onkrum pørtum vóru fólk við slitnum klæðum, uttan fyri lítlum húttum úr pappi. Aðrastaðni vóru stór hús við altanir og kolonnu-líknandi ting á veggunum.

Saga N. Kapna

Familjurnar
Vit skuldi búgva tvey og tvey hjá familjum í India. Familjurnar vóru rættiliga góðar. Familjurnar vit skuldi búgva hjá, høvdu allar eitt barn á okkara aldri, sum so skuldi taka sær av okkum.
Tey ótu rættiliga sterkan mat, sjálvt um tey søgdu, at tað slett ikki var sterkt.Tá man var liðugur at eta, bleiv familjan við at spyrja, um vit ikki vildi hava meira at eta.Vit høvdu eitt kamar sum vit svóðu í, har var køliskáp, wc og brúsa inni, har var orduliga lekkurt.
Heima hjá familjunum vóru vaskikonur. Onkra staðni vóru 3 vaskikonur.Tá man fór í brús, fylti man vatn upp í eina balju, ella stóra spann, so hevði man eina lítla spann, sum man so stoytti á seg við.Í India fer man í brús hvønn dag.
Rundan um húsini var ein stórur garður við einum portrið í. Ongin mátti fara út um  portrið, uttan so, at foreldrinin vóru við, tí tað var alt ov vandamikið.
Foreldrini hjá pápanum, átti húsini. Í India býr ein sonur altíd inni hjá foreldrinum, so má kona hansara flyta inn til mannin og foreldrini hjá manninum.
Vit vóru rættiliga forkelaði av familjunum.

Lilja Luid

Ríkdømi og fátækradømi
Vit búðu øll hjá familjum, sum vóru nóg rík, at børnini kundu undirvísast í einum internationalum skúla, og at hava minst eina arbeiðskonu, sum kundi taka sær av dýru húsunum, ella íbúðunum. Men gjøgnum vindeyguni á skúlabussinum sóu vit hvussu fólk í hundraðtali høvdu búsett seg í einum tjaldi í rundkoyringini ella á gongubreytini.

Ikki vóru so nógvir biddarar, sum komu yvir til okkara meðan vit gingu á gongubreytini, heldur ikki á marknaðinum. Ístaðin gingu teir úti millum bilarnar í tøttu ferðsluni og rættu hendurnar upp til opnu vindeyguni á ferðamannabussunum við einum stórum, fyrikomandi smíli á andlitinum.

Síðsta dagin í India møttu vit eini lítlari gentu, sum royndi at vinna sær pening við at gera mylnu fyri ferðafólkunum, sum vóru komin at síggja India Gate. Hon var skitin, hárið var ývið, og klæðini vóru ov lítil. Hon sá beinanvegin á okkum at vit vóru útlendingar, sum áttu nógvar rupies, so hon kom yvir at royna seg. Men vit vistu, at tú skalt helst ikki geva nøkrum pening, tá so nógvir aðrir biddarar eru, sum eygleiða. So vit royndu at fáa hana við okkum til bussin, vit vóru komin við. Hon fylgdi okkum eitt strekki, men tyktist so at gera av, at tað var ov vandamikið at fara longur og fór aftur, uttan nakað.

Rannvá Næs Hoydal

Leikurin
Leikurin, ið vit spældu í Indien, var ikki ein serliga kendur leikur. Hetta var tó ein leikur, ið vit spældu á Leikhúsjól í desember 2007.
Leikurin hjá okkum var um ein matrósar umborð á einum báti, sum fer inn í land í Turkalandi. Høvðuspersónurin er Wibo, ið blívur illa happaður umborð av Jan, høvðushapparin, og so hinum eisini. Hann hevur tó ein vinmann, sum hjálpir honum.
Tey á bátinum hava ein kvinnuligan skipara, og bestemmar ógvuliga nógv yvir matrósinum.

Tá tey koma til Turkalands, fara allir matrósarnir at fylgjast við Jan, hetta hevði Wibo ógvuliga gjarna viljað. Teir koma so inn í Istanbul, ein bý í Turkalandi, har Wibo møtir einum gøtumanni, hann blívur ógvuliga forelskaður í fezini hjá honum, ein turkisk húgva/hattur. Hann býtir so matrósakeppin hjá sær um við fezinia, og fær so at vita at hetta er ein ynski fez, nú kann hann ynskja sær alt tað hann hevur hug til.

Tá teir so koma um borð á bátin aftur, fær Wibo ALT, ið hann hevur hug til at fáa. Hann ynksti, at hann kundi skifta navn, at hann kundi fáa flott yvirskegg, skiparin skuldi hálva Jan av, og fekk øll ynskir uppfylt. Tað endaði so við at hann ynskti sær so nógv, at Ali bleiv blakaður av skipinum, á gøtuna í Istanbul, men Wibo hann ynskti sær bara at hann kundi sleppa at fylgjast við Jan og teimum, og fekk so nýggjar vinir.

Eitt ár seinni kemur báturin inn í Turkalands aftur, og Wibo fer so inn at leita eftur Ali. Hann finnir so Ali, og vil gjarna hava hann aftur, hann vil hava ein ektaðan vin í staðin fyri falskar vinir. Men tað nyttar einki. So møtir hann gandakallinum aftur, og býtir hattin um aftur, hann missir beinanvegin alt hann hevði ynskt sær, men fær sín vin Ali aftur.

Marjun Kristiansdóttir

Hvussu India hevur broytt mítt lív
I
ndia túrurin hevur broytt mítt lív nógv.Man sær lívi frá einum nýggum vinkli. Ì Føroyum kenna vit einki til fátakadømi og hungursneyð, men nú eg havi verið í India føli eg meg sum eina forkelaða gentu ið fær alt honn peikar á. Eg fái mat, tak yvir høvdið og klæði, í mun til nógv sum búgva í India.Eg haldi at øll skulu fáa tann kjans at fara til India at síggja lívið tey flestu liva í India.( Síggja lívið frá báðum vinklum)

Armgarð Gundardóttir

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S