skúlaársbyrjan - og endurlýsing av lærugreinum
skúlaársbyrjan - og endurlýsing av lærugreinum
Mándagin 29.septembur byrjar frálæran so smátt í nýggja skúlaárinum. Lærararnir hava fingið næmingalistarnar sendandi og seta seg í samband við næmingarnar um nær og hvar frálæran byrjar. Nakrar broytingar eru í mun til áður lýsta, t.d. verður øll seyming, sum fyrr var í Brúna skúla, frammyvir í Venjingarskúlanum. Aðrar smærri broytingar eru eisini og fáa næmingar boð um hesar broytingar frá læraranum.
Í nøkrum lærugreinum eru enn pláss eftir, meðan aðrar lærugreinir eru yvirteknaðar. Samanumtikið er tilmeldingin í ár meiri javnt býtt á skeiðini samanborið við í fjør, soleiðis skilt, at tað ikki eru so nógv skeið, sum eru á minstamarkinum við atliti til næmingatal. Flestu skeiðini eru væl omanfyri kravda minstamarkið.
Men nøkur pláss er tó eftir á fleiri skeiðum og verða hesi endurlýst í fjølmiðlunum og her á heimasíðuni í komandi viku.
Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna, men møguleiki er eisini at koma inn á skrivstovuna at melda til.
Lati verður upp fyri tilmelding mánakvøldið 29. septembur og er hendan opin til mánadagin 6. oktobur kl. 07.00.