Skeið í karing og spinning
Skeið í karing og spinning
Ossian Kidholm, úr Noregi, helt innanhýsis skeið fyri lærarum og næmingum í karing og spinning í viku 17. Umframt at vera serfrøðingur á spunaøkinum, umvælir Ossian eisini rokkar. Í tí sambandi hevur hann serútgjørdan bil til endamálið og er ætlanin at hann skal umvæla okkara rokkar á ferðini.