Fyrstu prógvini handað frítíðarsiglarum

Fyrstu prógvini handað frítíðarsiglarum

22 næmingar, ið hava luttikið í nýggju útbúgvingini "Dugnarskaparroynd fyri frítíðarsiglarar", sum Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri, fingu prógv handað hósdagin 29.mai.

Hetta er nýggj útbúgving, ið m.a. hevur til endamáls at bøta um trygdina á sjónum umframt at tryggja frítíðarsiglarum sum fara uttanlands eitt prógv, sum kann nýtast har. 
Prógvið  fevnir um 6 lærugreinir: Siglingarlæra( herundir streymlæra); Veðurlæra og trygd; havumhvørvi; Sjómansskpur; sjóreglur; Tól -GPS, radari o.a.
Í sambandi við útbúgvingina hava næmingarnir verið á trygdarskeiði.
Prógvið gevur rætt til at føra bátar og skip upp til 20 tons.
Útbúgvingin er komin í lag við góðum samstarvi millum Kvøldskúlan, Vinnuháskúlan og Mentamálaráðið.

 






«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S