Nýtt skeið í januar 2009: Lívsdygd á ellisárum – eisini hóast minnið bilar

Nýtt skeið í januar 2009: Lívsdygd á ellisárum – eisini hóast minnið bilar

Vit bjóða nú skeið fram um tað "at gerast gamal" og  tað at "vera um" gomul.

 

  • Endamál: At kunna um aldurdómin; høvuðsdentur verður lagdur á demenssjúkur.
  • Skeiðslongd: 7 kvøld  frá kl. 19.00-21.30
  • Skeiðsháttur: Skifti millum ljósmyndafyrilestur og prát/kjak?
  • Fyritreytir: Øll kunnu luttaka

Innihald:


26.januar: Kunning um gerontologi
: Tað at eldast, hvat vita vit og hvat halda vit okkum vita. 
    Framløga: Ása Róin, sjúkrarøktarfrøðingur og master í professionsmenning.

2.februar: Gjøgnumgongd og lýsing av ymiskum sløgum av demensi, hvussu verður sjúkan sundurgreinað og viðgjørd.
    Framløga: Sofus Joensen, psykatari.

9.februar: Hvussu kunnu vit liva eitt lív við teimum avbjóðingum/trupulleikum, sum demens skapar, og hvussu kunnu vit best stuðla tann, ið fær demens, so tey liva longst gjørligt upp á egnar fortreytir.
    Framløga: Erna Háberg, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari.

16.februar: Hvønn týðning rørsla hevur, eisini á ellisárum.
    Framløga: Jórun Simonsen, fysioterapeutur.

23.februar: Kenslur.  At liva saman við fólki við demens kann geva okkum nógvar ymiskar tankar og kenslur, eitt nú ótta, vreiði og  máttloysi. 
    Framløga: Kári Leivsson, sálarfrøðingur.

2. mars: At vera hjúnarfelagi, barn ella vinurvið ein við demensi kann ávirka treytirnar fyri samveruni.    Avvarðandi siga frá.

9. mars: Lóggáva, rættindi og møguleikar í sambandi við demenssjúku. Hvørji tilboð eru.
    Framløga: Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari frá 
    Heimavitjanartænastuni hjá Tórshavnar Býráði.

 
  





«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S