Nýggj hølir Tillukku!! Tillukku!!

Nýggj hølir Tillukku!! Tillukku!!

Tórshavnar býráð samtykti einmælt á fundi hóskvøldið at keypa bygningin hjá P/f Einars Prent í J.H. Schrøtersgøtu til Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.

Skúlin hevur leingi havt vánaligar umstøður til tey tilboð og lærugreinir, sum ikki kunna húsast í teimum vanligu kommunalu skúlunum.

Tí er avgjørt at keypa hendan bygningin, sum er góðar 600 fermetrar í trimum hæddum. Samstundis er ætlanin at selja ein bygning, sum í dag hýsir Listaskúlanum í Kongagøtu, og siga upp onnur leigumál, sum eru í býnum.

Húsini verða keypt fyri 6,5 mio krónur, og skula umbyggjast fyri 2 mió kr.

Nýtslumøguleikarnir eru stórir. Í kjallarahæddini er ætlanin at hava ymisk verkstøð til slíping, grafikk og foto. Í miðhæddini verður tøving, loysa úr lagdi, møbilpolstring, spinning, tekning og køkur, og á ovastu hædd verður vevskúlin, eins og umsitingin fer at halda til har.

Bygningurin liggur væl fyri í býnum. Atkomuviðurskiftini eru góð, og 18 bilstøðlar hoyra til ognina.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, fegnast um, at alt býráðið tók undir við tilmælinum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini og leggur dent á, at við hesum fæst endi á ótryggleikanum, sum leingi hevur valdað um kvøldskúlan samstundis, sum veruligur møguleiki er fyri at skapa eitt mennandi skúlaumhvørvi.

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli hevur eina sera breiða viftu av undirvísingartilboðum fyri bæði ung, vaksin og eldri, og lærugreinarnar eru útivið 100 í tali. Næmingarnir eru omanfyri 3000 og undirvísingin fer fram á 30 støðum. Við nýggju hølunum fer at bera betur til eisini at bjóða frítíðarundirvísing um dagin.

- Við hesum átakinum fær størsti og mest fjølbroytti skúlin í landinum møguleikar at mennast og gerast eitt stað, sum virkar fyri trivnað og framburði í býnum, sigur Jógvan Arge.






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S