Kvøldskúlin er trivnaður fyri øll

 

08. apríl 2017
- Vit hoyra ofta um hvussu fólk stuttleika sær á Kvøldskúlanum. Søgufrásagnirnar, har fólk fara í býin við Jørleifi og Mariusi, eru tiltiknar. Men tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu væl fólk støðast. Hugsi til dømis um 86 ára gomlu Ragnhild Djurhuus, sum hevur gingið á Kvøldskúlanum og málað postalín, síðani skúlin lat upp, t.v.s. fleiri enn 40 ár. Og áðrenn tað gekk hon hjá nunnunum.

Soleiðis segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað, tá ið hon setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar Kvøldskúla seinnapartin í dag.

Borgarstjórin staðfesti, at talan er um Føroya fjølbroyttasta skúla, tá ið hugsað verður um næmingatal og lærugreinir.

- Málið og miðið er, at Kvøldskúlin skal bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi, uttan mun til aldursbólk og samfelagsliga støðu annars. Skúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og góð sambond at hava møguleikar at taka við avbjóðingum og mennast, og stutt sagt at vera menniskja.

Sí myndir frá setanini HER.

Her eru brot úr røðuni, sum Annika Olsen helt seinnapartin.

- Eg havi hug at nevna, at kommunan fyrraárið undirskrivaði ein avrikssáttmála við Kvøldskúlan. Avtalan gongur í stuttum út uppá, at Kvøldskúlin framhaldandi skal tryggja borgarum í kommununi fjølbroytt og spennandi frítíðartilboð, sum eru ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi.

- Kvøldskúlin hevur altíð megnað at laga seg eftir tí, sum hendir í samfelagnum. Vit vita, at nógv er broytt seinastu mongu árini. Fólk hava nógva frítíð, og tí er tørvurin á frítíðartilboðum eisini øktur samsvarandi. Gongdin hevur eisini verið tann, at fólk ynskja sær tænastur, tá tað liggur best fyri hjá teimum sjálvum. Tað hevur m.a. gjørt, at Kvøldskúlin ikki bara er ein kvøldskúli, men eisini ein skeiðsdepil, sum nøktar tørvin allar dagsins tímar.

- Hetta at útvega sær førleikar gera fólk heldur ikki bara til stuttleika, men mong taka hetta sum eitt stig á leiðini at koma víðari í skúlaverkinum og fáa sær eina útbúgving.

- Kvøldskúlin hevur prógvað, at hann livir upp til málið og miðið um at vera skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fata um allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Skúlin kemur tí uttan nakran iva framhaldandi at fáa stóra politiska vælvild í framtíðini.

- Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar og gloymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum.

- Skúlin skal vera mentanarskapandi fyri lærd sum leik og vera ein mentanarberi. At hetta hepnast, síggja vit hvørja ferð, ein slík framsýning letur upp.

- Spennandi er eisini at hoyra um fimmmannafarið, tit smíða eftir gomlum tekningum av Múlabátinum úti hjá MEST. Her smíðar Andrass Joensen saman við 12 næmingum og soleiðis eru tit við til at varðveita føroyskt bátasmíð.

- At enda má eg nevna tað serliga stuttliga í, at tit undirvísa minst tveimum ættarliðunum í senn. Átakið "Við abba á flot" er eitt fantastiskt átak. Men mær varð sagt, at tað gekst ikki so væl fyrstu ferð, abbarnir í Havn fóru á flot við abbasynunum. Gamli skiparin, Egil Simonsen, segði frá, at kapping kom í millum gomlu havnarmennirnar, sum leikaðu so í, at teir gloymdu alt um børnini. Men nú gongur tað vist betri!

- Eg nevndi í røðu míni fyri lærarum á Kvøldskúlanum herfyri, at Nelson Mandela einaferð segði, at útbúgving er máttmiklasta vápnið at broyta heimin við. Og Benjamin Franklin segði, at hægstu rentuna fáa vit við at gera íløgur í útbúgving. Og her á Kvøldskúlanum haldi eg tað gongur sjón fyri søgn.

Annika Olsen endaði við at takka øllum fyri eitt stórt og gott arbeiði og ynsktu teimum mongu fólkunum allarbestu eydnu við Kvøldskúlanum.

Framsýningin er opin 8. og 9. apríl millum kl. 14.00-19.00.

Á myndini: Annika Olsen, borgarstjóri, Jógvan Søren Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum, Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini og Sigurð Ó. Vang, Mentamálaleiðari.





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her