Kórið Sólarmagn

Kórið Sólarmagn


Lívsjáttandi Sólarmagn


Kórkonsert í Kirkjubøar kirkju sunnudagin 19. apríl kl 16

Á veg til sólríka Po-slættan í Italia bjóðar kórið Sólarmagn smakkroynd av skránni, ið framførast skal í Modena – og økinum kring henda italska mentanarbýin, haðani stóri sangarin Pavarotti var ættaður. Kórið Sólarmagn skal eisini hava framførslur saman við kórinum Choral Rossini, har Luciano Pavarotti gjørdi sínar fyrstu royndir innan sang.

Til hetta høvið hevur kórið Sólarmagn saman við kórleiðara sínum, Fróða D. Sandoy, spent seg út og vant eina góða og lívsjáttandi sangskrá, sum høvi verður at uppliva sunnudagin 19. apríl kl 16.00 í Kirkjubøar kirkju, sum mangan hevur verið hugnaligur og vælljómandi karmur um framførslur kórsins.


Skráin peikar aftur og fram í føroyskari tónlistasøgu, t.d. við sangum úr gamlari føroyskari tónleikahevd, sum eru lagdir til rættis av nýggjari og núlivandi tónaskøldum. Skráin fevnir eisini um norðurlendskar kærleiks- og summarsangir, men høvuðsdentur er lagdur á nýggjan føroyskan tónleik hjá Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen, Unn Paturson, Kára Bæk og Bjarna Restorff 

                  Kórið er partur av Tórshavnar Kvøld- Ungdóms og Listaskúla 

 

 

 

 

 

 

 

 






«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S